Pakeisti
kalbą
Brýr í Danmark
Brýr í Danmark

Stefan Åge Hardonk Nielsen

Išversta į farerų iš Asta Wolles
3
4

Í Danmark eru nógvar oyggjar, og tí eru eisini nógvar brýr. Heilt frá gamlari tíð eru brýr bygdar í Danmark. Myndin er av Povlsbrúgv í Suðurjútlandi. Hon er frá 1744.

5
6

Tann størsta og kendasta brúgvin í Danmark er Stórabeltsbrúgvin. Tá hon varð tikin í nýtslu í 1998, var hon heimsins longsta brúgv. Í dag er hon longsta brúgv í Evropa.

7
8

“Øresundsbron” bindur Danmark og Svøríki saman. Navnið stavast lutvíst danskt og lutvíst svenskt. Brúgvin varð tikin í nýtslu í 2000. Strekkið er lutvíst brúgv og lutvíst tunnil. Brúgvin er bindilið millum Keypmannahavn og Malmø.

9
10

Millum Jútland og Fjón er sundið Lítlabeltið. Í 1990 varð Lítlabeltsbrúgvin tikin í nýtslu. Hon er bygd tætt við ta gomlu Lítlabeltsbrúnna.

11
12

Tann gamla Lítlabeltsbrúgvin læt upp longu í 1935. Hon var fyrsta fasta samband millum Jútland og Fjón.

13
14

Storstrømsbúgvin bindir saman Suðursæland og Falster. Brúgvin læt upp í 1937 og er eyðkend við sínum trimum bogum á miðjuni. Brúgvin er umleið 3 km long.

15
16

Farøbrýr eru tvær brýr, sum eisini binda Sæland og Falster saman. Onnur brúgvin hevur diamantskapaðar stólpar í miðjuni.

17
18

“Dronning Alexandrines Bro” fer tvørturum Ulvsund millum Sæland og Møn. Brúgvin er ein bogabrúgv. Bogarnir eru 11 í tali.

19
20

Aggersundbrúgvin fer um Limfjørðin og bindur saman Himmerland og Aggersund. Hon er bert 228 m long og er gjørd við tveimum bogum. Millum bogarnar eru tveir lemmar, sum kunnu latast upp fyri skipum.

21
22

Mitt í Keypmannahavn er Knippelsbrúgvin. Í Danmark er ein barnasangur, sum ljóðar soleiðis: “Knippelsbrúgv fer upp og niður, upp og niður, upp og niður. Knippilsbrúgv fer upp og niður allan dagin”.

23
24

Vejlefjordsbrúgvin er sera einføld. Hon er gjørd, sum ein beinur vegur á 18 brúgvastólpum. Hon varð tikin í nýtslu í 1980.

25
26

“Kong Christian X’s bro” í Sønderborg er bert 331 long. Hon bindur saman Jútland og oynna Als tvørtur um Alssund. brúgvin varð bygd eftir at Suðurjútland aftur kom undir danskt vald. Christian kongur 10. læt brúnna upp.

27
28

Hvussu síggja brýrnar út í tínum landi?

Hvussu síggja brýrnar út í tínum landi?

29
Brýr í Danmark

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1+14+18: Thue C. Leibrandt - commons.wikimedia.org S4: Jørgen Rasmussen - commons.wikimedia.org S6: Svobodat - commons.wikimedia.org S8: Commons.wikimedia.org S10: Karim Pedersen - commons.wikimedia.org S12: M.Prinke - commons.wikimedia.org S16: Holger Ellgaard - commons.wikimedia.org S20: Malene Thyssen - commons.wikimedia.org S22: Edward Stojakovic - flickr.com S24: Lindberg - commons.wikimedia.org S26: Erik Christensen - commons.wikimedia.org S28: Idjleon - pixabay.com
Forrige side Næste side
X