Pakeisti
kalbą
Mikrogrønt - tín urtagarður í vindeygakarminum

Mette Lindemark - Special Center Vonsild

Išversta į farerų iš Asta Wolles
3
4

Mikrogrønt eru spírar, sum verða aldir í vindeygakarminum. Tær nýtist bara ein bakka, vatt og vatn - og sjálvandi eisini fræ! Tú sáðar, gevur vatn, heystar og etur spírarnar. Ivaleyst hevur tú etið karsu omaná eina breyðflís við eggi.

5
6

Tað eru mong ymisk sløg av fræi - til dømis radisufræ, rukkola, chia, lusernu, brokkoli og mong onnur. Karsa er tað vanligasta fræið. Tú kanst dyrka mikrogrønt alt árið. Um veturin gongur tað eitt sindur seinni enn um summarið, tá tað er leingi ljóst.

7
8

Tað er stuttligt at royna seg við ymiskum sløgum av fræi. Tey smakka ymiskt. Mikrogrønt er ein bæði stuttligur og sunnur máti at fáa sínar egnu vistfrøðiligu vitaminir.

9
10

Smá fræ sum karsi, chia, radisur og líknandi verða sádd beinleiðis niður á tað vætaða vattið. Størri fræ sum hørfræ, sólblómufræ og ertrar kunnu fyrst leggjast á blot í vatni 1-2 dagar, áðrenn tey verða sádd. So vaksa tey skjótari.

11
12

Tá fræini eru sádd, er umráðandi, at tú vætir vattið eina til tvær ferðir um dagin, soleiðis at fræini ella spírarnir ikki torna upp. Tá fara tey fyri einki. Um tú ikki ert við hús nakrar dagar, ber til at seta bakkan í køliskápið. Tá steðgar vakstrartilgongdin, og tí tørvar teimum ikki vatn.

13
14

Um tú sáðar tvey ymisk sløg av fræi í sama bakka, kanst tú hava eina spírikapping. Sum á myndini - chia ella karsa - hvør vinnur?

15
16

Púra rætt! Karsan er kvikast - altíð! Tað man eisini vera tí, at hon er tann best umtókta. Hørfræ vaksa sera seint, men tey eru sera vøkur.

17
18

Tú kanst eta spírarnar oman á viðskera, men teir smakka eisini væl í eina salat ella sum prýði aftur við døgurðanum.

19
20

Tey vanligastu fræini fáast til keyps í størru matvøruhandlunum. Til ber eisini at keypa øll møgulig sløg av fræi á netinum. Har kanst tú eisini kunna teg betur um at ala mikrogrønt.

21
22

Ger eina spírikapping millum tvey sløg av fræi. Veitst tú um onnur sløg av fræi, sum til ber at fáa at vaksa í vindeygakarminum?

23
Mikrogrønt - tín urtagarður í vindeygakarminum

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Govvá/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Fotod/ Photo:

S1-24: Mette Lindemark
Forrige side Næste side
X