Play audiofilefo
Advent
2
Advent

6. flokkur Skúlin við Streymin


Įgarsinta Rannvá Mikkelsen
3
4

Orðið “advent” kemur av latínska orðinum “Adventus Domini”, sum merkir Harrin kemur.

Play audiofile 5
6

Teir fýra seinastu sunnudagarnir áðrenn 1. jóladag - 25. desember - verða nevndir adventssunnudagar.

Play audiofile 7
8

Fyrsti sunnudagur í advent er altíð ímillum 27. november og 3. desember. Um jólaaftan er sunnudagur, so er tað altíð 4. sunnudagur í advent.

Play audiofile 9
10

Tað eru ymiskar siðvenjir knýttar at adventini. Ein av teimum siðvenjunum er adventskransurin.

Play audiofile 11
12

Adventskransurin stavar upprunaliga frá Týsklandi. Kransurin er ein sirkul, sum skal minna okkum á, at Guð er ævigur. Á adventskransinum eru fýra ljós - eitt til hvønn sunnudag.

Play audiofile 13
14

Fyrsta sunnudag í advent tendra vit eitt ljós, sum er profetaljósið. Ljósið, sum boðar vón.

Play audiofile 15
16

Annan sunnudag í advent tendra vit fyrsta ljósið og annað ljósið. Annað ljósið eitur Bethlehemsljósið. Hetta ljósið minnir okkum á staðið, har Jesus var føddur.

Play audiofile 17
18

Triðja sunnudag í advent tendra vit fyrsta, annað og triðja ljósið. Triðja ljósið eitur hirðaljósið. Hetta ljósið minnir okkum á hirðarnar, ið fyrstir av øllum fingu boðini um Jesusbarnið.

Play audiofile 19
20

Fjórða sunnudag í advent eru øll fýra ljósini tendrað. Fjórða ljósið eitur einglaljósið. Hetta ljósið minnir okkum á einglarnar, sum boðaðu frið til hirðarnar á markini.

Play audiofile 21
22

Liturgiski liturin í advent er viólblátt, og tí er tað gamalt at hava vióllitt bond á adventskransinum. Í nógvum kirkjum eru adventskransar og hava teir viólblá bond.

Play audiofile 23
24

Nú á døgum eru ikki allir adventkransar rundir og grønir - teir hava ymiskar litir og skap.

Play audiofile 25
26

Fyrr kallaðu føroyingar adventina fyri jólaføstu - ein fyrireiking til jólahátíðina. Hvørjar siðir kennir tú, sum eru knýttir at adventini?

Play audiofile 27
Advent

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+6+8+14+16+18+20+22+24: Thordis Dahl Hansen/ árstíðirnar
S4: Picryl.com - Adventus Domini (Incarnation) from BL Royal 6 E VI, f. 55
S10: Reinhold Schlager - pixabay.com
S12: Theo Crazzolara - pixabay.com
S26: Pxhere.com
 
Forrige side Næste side
X