Pakeisti
kalbą
Álvur Ákason - ein svenskur drongur
Álvur Ákason - ein svenskur drongur

Zack Sjösten Ekström och Viggo Näckdal - Frösakullsskolan

Išversta į farerų iš June-Eyð Joensen
3
4

Álvur Ákason er ein teknaður persónur, sum er í eini røð av barnabókum og filmum. Hann er fimm ára gamal í fyrstu bókini. Fyrsta bókin ber heitið ”Góða nátt, Álvur!”. Hon kom út í 1972.

5
6

Rithøvundurin eitur Gunilla Bergström. Hon er fødd í 1942 í Gøteborg. Hon hevur sjálv teknað bøkurnar.

7
8

Álvur er ein drongur við stuttum brúnum hári, sum býr í Svøríki. Familja hansara eru pápin, omman, systkinabørnini og fastirin.

9
10

Álvur býr í einum háhúsi í býnum. Í bókunum fylgja vit honum, tá ið hann er undir skúlaaldur, og tá ið hann byrjar í skúla. Bøkurnar handla um ymiskt úr gerandisdegnum, sum børn kenna aftur.

11
12

Álvur hevur ein ósjónligan loynivin, sum eitur Flóki, sum bara hann sær. Veruligu vinir hansara eita Malla og Viktor. Hann hevur eisini eina kettu, sum eitur Kiskus.

13
14

Álvur Ákason er eisini ein teknifilmsrøð í sjónvarpinum. Í 2013 kom ein langur teknifilmur út, sum æt “Hokus pokus, Álvur Ákason”.

15
16

Gunilla Bergström fekk gullheiðursmerki frá svensku stjórnini í 2012 fyri gerning sín sum barnabóka-rithøvundur. Í Gøteborg er eitt Álv Ákason-mentanarhús til børn, har tey kunnu spæla, vera rokalig, uppdaga og klintra.

17
18

Higartil eru 26 bøkur komnar út um Álv. Bøkurnar eru týddar til 30 ymisk mál. Á hvørjum ári verða umleið 1 millión bøkur um Álv Ákason útlæntar á bókasøvnunum.

19
20

Álvur eitur ymiskt í øðrum londum: Alfons Åberg (í Danmark) - Álvur Ákason (í Føroyum) - Einar Askell (í Íslandi) - Albert Åberg (í Noregi) - Mikko Mallikas (í Finnlandi) - Aalfone (á suðursámiskum) - Willi Wiberg (í Týsklandi) og Alfie Atkins (í Ongland og USA).

21
22

Hvørja bók ella hvønn film um Álv Ákason dámar tær best?

23
Álvur Ákason - ein svenskur drongur

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1+22: Rabén & Sjögren, Sweden and artist Gunilla Bergström - commons.wikimedia.org S4: Pål Andersson - commons.wikimedia.org S6: Bengt Oberger - commons.wikimedia.org S8+10+12+14+18: ©Bok-Makaren AB S16: Lehooo - commons.wikimedia.org S20: Albin Olsson - commons.wikimedia.org ©Bok-Makaren AB
Forrige side Næste side
X