Pakeisti
kalbą
Minecraft - eitt svenskt spæl
Minecraft - eitt svenskt spæl

Oscar Johansson och Felix Stenmo

Išversta į farerų iš June-Eyð Joensen
3
4

Minecraft er eitt ævintýrspæl og eitt spæl, har tú kanst byggja verðir. Marcus “Notch” Persson úr Svøríki hevur ment Minecraft, og tað varð útgivið 18. november 2011.

5
6

Í Minecraft kann spælarin kanna og umskapa eina verð við kubbum, sum eru ein rúmmetur til støddar. Umframt kubbar inniheldur spælið eisini plantur, verur, skrímsl og lutir.

7
8

Har eru ymisk djór sum grísar, kýr og seyðir. Tú kanst gera vápn sum til dømis bogar og svørð. Verðirnar í spælinum eru fyri tað mesta grasvaksnar.

9
10

Tú kanst spæla saman við øðrum ella sjálvur. Í spælinum kanst fáast við námsarbeiði, berjast ímóti fíggindaligum verum ella savna ymiskt tilfeingi úr náttúruni.

11
12

Tá ið tú byrjar at spæla, hevur tú einki tilfeingi og eingin amboð. Uppgávan er at yvirliva og at savna tilfeingi. Spælið snýr seg um at byggja afturat og at skaffa sær betri amboð.

13
14

Ein kanning í Svøríki vísir, at 43% av teimum 11-13 ára gomlu spæla Minecraft. Talið er eitt sindur lægri millum tey 14-16 ára gomlu.

15
16

Spælið verður róst fyri sína spæliuppliving og hevur eisini vunnið virðislønir fyri eitt nú “Best Indie game” og “Most Original game”.

17
18

Tað eru seld 144 milliónir minecraft-telduspøl. Minecraft hevði í desember 2017 74 milliónir virknar spælarar.

19
20
Minecraft - eitt svenskt spæl

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1: BogoGames - flickr.com S4: Widjaya Ivan - flickr.com S6: Jurgie97 - deviantart.com S8: FFstudios - pixabay.com S10: Mike Prosser - flickr.com S12+14: Kevin Jarrett - flickr.com S16: Official GDC - flickr.com S18: SuperKawaiiCookie - deviantart.com S20: Metorphium - deviantart.com
Forrige side Næste side
X