Oqaatsit
allanngortiguk
Snorri Sturluson - ein mætur fróðarmaður
2

Helga Dögg Sverrisdóttir

Nutserisoq: Asta Wolles
3
4

Snorri Sturluson var ein íslendskur søgufrøðingur, yrkjari og politikari. Hann livdi frá 1179-1241.

5
6

Hann skrivaði nakrar av kendastu bókum í Íslandi, t.d. Snorra Eddu, sum sigur frá um norrønu gudalæruna og Heimskringlu, sum er ein kongasøga.

7
8

Snorri búði mesta av ævi síni í Reykholti í Borgarfirði. Hann hevði tveir brøður, Tórð og Sigvat, tvær systrar og fleiri hálvsystkin.

9
10

Snorri vaks upp í Odda hjá Jón Loftsson, sum var hildin at vera vísasti maður í Íslandi um tað mundið. Har fekk hann útbúgving.

11
12

Snorri var við í mongum ættarstríði, og tá hann búsettist á Reykholti gjørdist hann ógvuliga múgvandi, tí hann ognaði sær jørð í Borgarfirði.

13
14

Snorri fór til Noregs og gjørdi tænastu hjá kongi. Hann fekk eitt skip sum gávu og sigldi heim í 1220. Ætlanin var at leggja Ísland undir Noregs kong.

15
16

Hann gjørdi kortini einki fyri at fáa Ísland lagt undir Noreg. Nú byrjaði Sturlungatíðin, sum var blóðugusta tíðarskeið í søgu Íslands.

17
18

Bróðursonurin, Sturli, rak Snorra av Reykholti 1236, og árið eftir sigldi hann aftur til Noregs.

19
20

Tá slagið um Ørlygsstaðir stóð, vildi Snorri sleppa heim, men kongur noktaði honum. Sagt verður frá, at Snorri segði: “Út vil eg” og fór avstað til Íslands.

21
22

Noregs kongur dømdi Snorra sum landssvíkjara og sendi menn avstað at drepa hann. Snorri varð tikin av døgum í Reykholti 23. september 1241.

23
24

“Snorralaug” er í Reykholti og er friðað. Fyrr í tíðini vóru har 13 baðihyljar, men nú á døgum er bara ein av fýra hyljum, sum kann nýtast. Úr hylinum er ein tunnil inn í húsini hjá Snorra.

25
26

Reykholt er skúla- og prestagarður, kirkja og gamalt høvuðssæti. Í dag er hotel á staðnum, sum verður rikið sum kostskúli um veturin. Snorrastova er miðstøð fyri vísindaligari miðaldargransking.

27
28

Norski myndahøggarin Gustav Vigeland úr Noregi høgdi eina standmynd av Snorra, sum varð reist við Reykholtskúlan 1947. Hann er kendur fyri høggmyndirnar í Frognerparkini í Oslo.

29
30

Kennir tú aðrar persónar úr søgu Íslands?

31
Snorri Sturluson - ein mætur fróðarmaður

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1: (Ingvar) Haukur Stefánsson (1901-1953) - commons.wikimedia.org S4+12: Christian Krogh - 1899 S6+18: Commons.wikimedia.org S8: Googel Maps S10: Christian Bickel - commons.wikimedia.org S14+16+22: Stampboards.com S20: stamps.postur.is S24: TommyBee - commons.wikimedia.org S26: Jabbi - commons.wikimedia.org S28: Kvaale - deviantart.com S30: Gilwellian - commons.wikimedia.org
Forrige side Næste side
X