Oqaatsit
allanngortiguk
Søgan hjá Bockstensmanninum
Søgan hjá Bockstensmanninum

Åk 3 på Frösakullsskolan

3
4

Tað var 11 ára gamli Thure, sum fann Bockstensmannin á torvheiðum. Torvheiðarnar eita Bockstensheiðarnar, og haðani hevur Bockstensmaðurin fingið navn sítt.

5
6

Bockstensmaðurin doyði fyri 650 árum síðani. Kanska varð hann myrdur. Hann varð funnin dagin fyri hásummarkvøld, 22. juni 1936.

7
8

Hann hevði 3 pelar tvørtur ígjøgnum seg, tá ið hann varð funnin. Fyrr í tíðini hildu tey, at ein, ið varð myrdur, kundi ganga aftur sum spøkilsi. At seta hann fastan við pelum skuldi forða honum í at koma upp og spøkja.

9
10

Hann hevði hálvsítt, purlut hár. Hann hevði eina hettu, kyrtil og kápu úr ull og skinnskógvar.

11
12

Hann hevði ein toyposa og tveir knívar. Ein teirra hekk í beltinum. Á einum leðurstykki vóru nøkur tekin, sum líktust einum mynstri. Bara skeftini vóru eftir av knívunum, restin var rustað burtur.

13
14

Fólk eru ymisk á máli um, hvussu Bockstensmaðurin doyði, og hví hann var gjøgnumboraður við pelum.

15
16

Summi halda, at tað var ófriðartíð, og at maðurin skuldi innkalla fólk at fara í kríggj. Men fólkini í økinum vóru so troytt av kríggi, at tey myrdu hann og gjøgnumboraðu líkið við pelum í mýrina.

17
18

Onnur halda, at hann varð sendur út at krevja skatt inn frá bóndunum í økinum, og tí varð hann myrdur.

19
20

Nú liggur Bockstensmaðurin í einum glasskápi á siðsøguliga savninum á Varberg skansa, har tú kanst koma og hyggja eftir honum.

21
22

Kundi tú hugsað tær at vitjað Varberg skansa?

23
Søgan hjá Bockstensmanninum

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva: S1: Ebba Jönne, Frösakullsskolan S4: Sebbe - commons.wikimedia.org S6: Sanna Olofsson, Frösakullsskolan S8+12+14+16+18+20+22: Lisa Borgström/ Hallands kulturhistoriska museum S10: Peter Lindberg - commons.wikimedia.org För mer information om Bockstensmannen: www.museumhalland.se
Forrige side Næste side
X