FO DA
Epli í Føroyum
FO DA
2
Epli í Føroyum

Guðrun Elttør

3
4

Í Føroyum eru tað nógv fólk, ið seta eplir niður á hvørjum ári. Ofta eru bæði børn og vaksin við til at gera eplaveltu.

5
6

Tey skulu hava eitt sindur av jørð, seteplir og tøð, fyri at kunna gera eina eplaveltu.

7
8

Hin mest valiga eplaveltan kallast flagvelta. Tá flagvelta verður gjørd, verður ovasta lagið av jørðini skorin í bøkkar.

9
10

Hvør bøkkur verður vendur og lagdur yvir eitt ella tvey smá setepli. Millum bøkkarnar verður ein skeið av eplatøðum løgd.

11
12

Tøð finnast í ymiskum sløgum. Eitt tað mest vanliga er kunsttøð, ið er gjørt til at taða epli.

13
14

Seteplini verða løgd at næla, áðrenn tey skulu setast niður. Best er, at tey liggja og næla í nakað av ljósi, so verða nálirnar stuttar og tjúkkar.

15
16

Tað eru nógv sløg av eplum. Summi seta fleiri sløg niður. Tey mest vanligu eru Folva og Oleva. Epli kunnu verða sett niður um várið áleið til hálvan mai.

17
18

Eplini verða tikin upp um heystið, áðrenn kuldin kemur. Tey verða goymd myrkt, kalt og turt - so halda tey sær allan veturin.

19
20

Hevur tú verið við til at seta epli niður?

21
Epli í Føroyum

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+4+8+10+12+14+18+20: Guðrun Elttør
S6: Jákup Justinussen
S16: Búnaðarstovan
Forrige side Næste side
X