Vaihtaa
kieltä
Play audiofilefo
JESPER WUNG-SUNG -eit dansk forfattarskap
Jesper Wung-Sung - eitt danskt ritverk

Mathilde Wieben Meyn - Haahrs Skole, Svendborg

Käännetty: Asta Wolles
3
4

Jesper Wung-Sung er ein dansk forfattar. Han blei fødd i Marstal på Ærø 23. mai 1971. I dag bur han i Svendborg med kona si og dei to sønane deira.

Jesper Wung-Sung er ein danskur rithøvundur. Hann varð føddur í Marstal á oynni Ærø 23. mai 1971. Í dag býr hann í Svendborg við konu og tveimum synum.


Play audiofile 5
6

7 år gamal flytta Jesper til USA med familien sin. Det var ei heilt anna verd. Jesper kjende seg annleis og åleine fordi han ikkje kunne snakke engelsk. I dag samanliknar Jesper det med då oldefaren hans kom til Danmark frå Kina, og heller ikkje kunne dansk eller kjende nokon.

7 ára gamal flutti Jesper við familju síni til USA. Tað var sum at koma í annan heim. Jesper kendi seg øðrvísi og einsamallan, tí hann dugdi ikki enskt. Nú ber Jesper tað saman við, tá abbi hansara kom til Danmarkar úr Kina og heldur ikki dugdi danskt ella kendi nakran.


Play audiofile 7
8

Jesper gjekk fyrst på gymnaset i Nyborg og budde på Nyborg Kostskole. Han bytte seinare til Svendborg Gymnasium. Det var heldig, for det var nemleg der han møtte kona si, Christina.

Fyrst gekk Jesper í miðnámi í Nyborg og búði á Nyborg Kostskúla. Seinni skifti hann skúla til Svendborg Gymnasium. Tað var heppið, tí har møtti hann konu síni Christinu.


Play audiofile 9
10

I 1998 utgav Jesper si fyrste bok. Etter det har han skrive mange bøker og vunne flotte prisar. Bøkene til Jesper er omsette til fem språk. Bøkene er så gode at fleire av dei er blitt til film eller skodespel.

Í 1998 gav Jesper fyrstu bókina út. Síðani tað hevur hann skrivað nógvar bøkur og vunnið stórfingnar virðislønir. Bøkurnar hjá Jesper eru týddar til fimm ymisk mál. Bøkurnar eru so góðar, at fleiri av teimum eru gjørdar til film ella sjónleik.


Play audiofile 11
12

Bøkene til Jesper er kjende og elska av folk i alle aldre. Den fyrste boka hans, “To ryk og en aflevering”, blei utgjeven i 1998. Boka fekk han ‘Debutantprisen’ for, og ho er blitt filmatisert. Ei av dei kjende voksenbøkene til Jesper heiter “En anden gren”. Boka vann ‘De gyldne Laurbær’ i 2017.

Fólk í øllum aldri eru hugtikin av bókunum hjá Jesper. Fyrsta bók hansara, “To ryk og en aflevering”, kom út í 1998. Hana fekk hann “Debutantvirðislønina” fyri, og hon er eisini gjørd til film. En av kendastu bókum hansara, sum er skrivað til vaksin, er “En anden gren”. Hon vann “De Gyldne Laurbær” í 2017.


Play audiofile 13
14

“En anden gren” handlar om oldeforeldra til Jesper, San og Ingeborg. San kom frå Kina til Danmark, der han møtte oldemora til Jesper. San var vist fram i Tivoli, fordi folk syntest det var spennande å sjå korleis ein kinesar såg ut.

Bókin “En anden gren” er um langommu og langabba Jesper, San og Ingeborg. San kom úr Kina til Danmarkar, har hann møtti langommu Jesper. San varð sýndur fram í Tivoli, tí fólk hildu, at tað var spennandi at síggja, hvussu ein kinesari sá út.


Play audiofile 15
16

San og Ingeborg forelska seg og gifta seg. Men det var ikkje lett. “En anden gren” er ei av dei viktigaste og mest personlege bøkene til Jesper.

San og Ingeborg gjørdust góð og giftust. Tað var kortini ikki altíð so lætt. “En anden gren” er ein av mest týðandi og mest persónligu bókunum hjá Jesper.


Play audiofile 17
18

Du har kanskje sjølv lese eller høyrt om ei av bøkene til Jesper? Til dømes “Zam”, “Guldfisken Glimmer”, “Drengen der ville redde julemanden fra at blive skåret i skiver” eller “En-to-tre-nu!” Mange av bøkene til Jesper har til felles at dei handlar om vanskelege emne som det å vere annleis, sjuk eller einsam.

Hevur tú kanska lisið ella hoyrt um onkra av bókunum hjá Jesper? T.d. “Zam”, Guldfisken Glimmer”, “Drengen, der ville redde julemanden fra at blive skåret i skiver” ella “En-to-tre-nu!” Fleiri av bókunum hjá Jesper hava tað í felag, at tær snúgva seg um torfør evni sum tað, at vera øðrvísi, sjúkur ella einsligur.


Play audiofile 19
20

Det er moro å tenkje på at då Jesper var barn, kunne han ikkje drøyme om å lese ei bok. Han var nemleg fotballgut. Den gongen var han Manchester United - fan, og det er han framleis. Det er jo ein kjempeskilnad frå det, til i dag å vere ein av dei største forfattarane i Danmark.

Tað er løgið at hugsa sær, at tá Jesper var smádrongur, kundi hann ikki droymt um at lisið eina bók, hann var nevniliga ein fótbóltsdrongur. Hann helt við Manchester United, og tað ger hann framvegis. Tað er jú eitt stórt lop fram til í dag, nú hann er ein av kendastu rithøvundum í Danmark.


Play audiofile 21
22

Då Jesper var barn hadde han ekstrajobb som avisbod. Det var verkeleg ikkje noko han likte. Ein dag enda han med å kaste alle avisene i havet. Det var den fyrste og siste vanlege jobben hans. For det er viktig for Jesper å vere fri. Fri til å leve livet kvar dag. Fri til å lese og skrive bøker.

Í barnaárunum gekk Jesper við avísum í frítíðini. Tað tímdi hann als ikki. Ein dagin tveitti hann allan bunkan til havs. Tað var fyrsta og síðsta vanliga starv, hann hevur havt. Fyri Jesper er umráðandi  at vera frælsur. Frælsur at liva lívið hvønn dag. Frælsur at lesa og skriva bøkur.


Play audiofile 23
24

Har du lese ei bok av Jesper Wung-Sung? Les du bøker på fritida?

Hevur tú lisið nakra av bókunum, sum Jesper Wung-Sung hevur skrivað? Lesur tú bøkur í frítíðini?


Play audiofile 25
JESPER WUNG-SUNG -eit dansk forfattarskap

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Bogforsider 
S4: Christina Wung-Sung
S6+8+14+20: Privateje 
S10: “En-To-Tre-Nu!”- filmplakat + Privateje + White Raven
S12+16+18: Bausagerbooks 
S22: Maria Fonfara - Information.dk
S24: Anders Dyhr - commons.wikimedia.org

Se mere: www.wungsung.dk
Forrige side Næste side
X