Vaheta
keelt
Jørn Utzon - ein danskur arkitektur
Jørn Utzon - ein danskur arkitektur

Anne-Katrine Klitgaard, Vonsild Skole

Tõlkija: Halda S. Hansen
3
4

Jørn Utzon var ein danskur arkitektur, sum varð føddur 9. apríl 1918 í Keypmannahavn. Hann vaks upp í Aalborg í Jútlandi. 2018 er 100-ára minningarhald fyri hansara føðing.

5
6

Í 1937 flutti Utzon familjan til Helsingør. Jørn Utzon byrjaði sama árið á Kunstakademiet í Keypmannahavn.

7
8

Jørn Utzon var liðugur at læra í 1947, men yrkisleiðin tók ikki dik á seg fyrr enn hann vann eina altjóða kapping í 1957 um Operahúsið í Sydney, tá hann var 38 ár.

9
10

Hann bleiv heimskendur við hesari verkætlanini, men orsaka av ósemjum var hann ikki við til at gera húsið liðugt. Operahúsið í Sydney var tikið við á heimsarvslistan hjá UNESCO í 2007.

11
12

Jørn Utzon hevur eisini teknað síni egnu hús í Hellebæk og Vatntornið í Svaneke. Bæði eru friðað í dag.

13
14

Utzon teknaði fleiri bygningar ymsastaðni í heiminum. M.a. tey fimm Elineberg-húsini í Helsingborg í Svøríki. Tey vórðu bygd í 1966.

15
16

Hann teknaði eisini tinghúsið í Kuwait og Melli bankan í Tehran í Iran.

17
18

Kirkjan í Bagsværd tætt við Keypmannahavn hevur Jørn Utzon eisini teknað. Hon varð liðug í 1976. Altarteppir og prýðing annars hevur dóttir hansara, Lin Utzon, gjørt.

19
20

Utzon teknaði annað enn bara bygningar. Hann teknaði lampurnar Opera Pendel og Concert Pendel, Aurora stólin og Spring glasið.

21
22

Jørn Utzon hevur fingið fleiri viðurkenningar fyri sítt arbeiði. Tann størsta viðurkenningin var Pritzker-viðurkenningin í 2003, sum er eitt slag av Nobel-vinningi fyri arkitektur.

23
24

Í dag kann ein vitja Utzonmiðstøðina í Aalborg, sum er eitt upplivingarmiðstøð fyri arkitektur og sniðgeving. Tað teknaði hann saman við sonin sínum, Kim Utzon.

25
26

Hann var giftur við Lis og fekk børnini Lin, Jan og Kim. Tey arbeiða øll við arkitekturi og sniðgeving. Hann doyði 90 ára gamal 28. november í 2008. Hann er jarðaður í kirkjugarðinum í Hellebæk á Norðursælandi.

27
28

Hevur tú sæð akitekturin hjá Jørn Utzon fyrr?

Jørn Utzon - ein danskur arkitektur

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1: Patty Jansen - pixabay.com S4+6+8+24+26: © Utzon Center / Utzon Archives S6: Maxpixel.net S10: Diliff - commons.wikimedia.org S12: 7alaskan - commons.wikimedia.org S14: Seier+seier - flickr.com S16: xiquinhosilva - commons.wikimedia.org S18: Erik Christensen - commons.wikimedia.org S20: Lauritz.com S22: Medal of Pritzker Architecture Prize - Fair use - commons.wikimedia.org S28: Flaticon - freepik.com
Forrige side Næste side
X