keelt
6. trinn, Tanem oppvekstsenter
Tõlkija: June-Eyð JoensenGrundlógin í Noregi varð samtykt á Eidsvoll 17. mai 1814. Tí er tjóðdagur Noregs ásettur at vera hendan dagin.
Grundlógin í Noregi varð samtykt á Eidsvoll 17. mai 1814. Tí er tjóðdagur Noregs ásettur at vera hendan dagin.
Noregi hevur verið eitt demokratiskt land síðani 1814. Demokrati er eitt annað orð fyri fólkastýri.

Áðrenn 1814 var tað danski kongurin, sum hevði valdið í Noregi. Danmark stýrdi Noregi í meira enn 400 ár, áðrenn landið varð eitt sjálvstøðugt land.

Nógv verður gjørt burtur úr tjóðdegnum í Noregi í mun til í øðrum londum. Millum annað ganga børnini skrúðgongu hendan dagin.

17. mai verður eisini nevndur “dagur barnanna”, tí skúlanæmingar og hornorkestur syngja og spæla tónleik í barnaskrúðgongum um alt landið.

Børn syngja og spæla norskar tjóðsangir og aðrar sangir, sum hoyra 17. mai til. Barnaskrúðgongan í Oslo gongur fram við kongsborgini, har kongsfamiljan veittrar til børnini.

Studentarnir hátíðarhalda, at teir skjótt eru lidnir við miðnámsskúlan. Teir hava sína egnu skrúðgongu, sum verður nevnd studentaskrúðgongan.

Fyrsti norski tjóðsangurin ber heitið “Vi ere en nasjon vi med”, og hann hevur rithøvundurin, Henrik Wergeland, skrivað.

“Ja, vi elsker dette landet” er tann tjóðsangurin, sum vit mest seta í samband við 17. mai. Hann hevur Bjørnstjerne Bjørnson skrivað, og hann byrjar soleiðis:

“Ja, vi elsker dette landet
som det stiger frem
furet, værbitt over vannet,
med de tusen hjem…”
“Ja, vi elsker dette landet
som det stiger frem
furet, værbitt over vannet,
med de tusen hjem…”
Aftaná barnaskrúðgonguna verður skipað fyri spølum og virksemi fyri bæði børn og vaksin.

Á hesum degi er virksemi sum eplarenning, posarenning og togtogan púra vanlig.
17. mai er tað eisini púra vanligt at eta nógvar ísar og pylsur og at drekka nógv sodavatn.

Tað er vanligt at lata seg pent í hendan dagin. Nógv lata seg í búna ella veitsluklæði.

Hvussu verður tjóðdagurin hildin í tínum landi?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva: S1: Anniken Bye S4: Søren Sigfusson S6: Jechstra - Nasjonalbiblioteket.no S8: Stortingsarkivet S10: Thorvaldsensmuseum.dk S12+32+34: Isabell Kristiansen S14: Jan Davis S16: Morten Johnsen S18: Sean Hayford Oleary S20+22+24: Nasjonalbibliotekets bildesamling S26: Jarl Andreas Andersson S28: Frøydis Cecilie Kristiansen S30: Tormod Ulsberg