keelt
5.- 7. kl Åarjel-saemiej skuvlesne
Tõlkija: Asta WollesÅarjel-saemiej skuvle er ein samiskur skúli í Snåsa miðskeiðis í Noregi.
Åarjel-saemiej skuvle er en liten skole. Høsten 2019 er det 17 elever på skolen. 1.- 4. kl. er i samme klasserom og 5.- 7. i et annet klasserom.
Åarjel-saemiej skuvle er ein lítil skúli. Heystið 2019 ganga 17 næmingar í skúlanum. 1.- 4. flokkar eru í sama høli og 5. - 7. í einum øðrum høli.
Elevene kommer fra forskjellige steder i Norge, og noen fra Sverige også. Derfor bor noen barn på internat når de går på skolen. Internatet er som barnas heim. Der har de hvert sitt rom og der får de mat og omsorg.
Næmingarnir koma frá ymiskum plássum í Noregi og onkur eisini úr Svøríki. Tí búgva summir av næmingunum á kostdeild. Kostdeildin verður sum eitt heim fyri tey børnini. Tey hava hvør sítt kamar og fáa mat og umsorgan.
I 1961 ble det bestemt at de skulle ordne en samisk skole på Snåsa. Internatet ble ferdig i 1968. De første årene hadde de klasserom på Vinje skole.
Í 1961 varð avgerð tikin um at seta samiskan skúla á stovn í Snåsa. Kostdeildin var liðug í 1968. Fyrstu árini húsaðist skúlin í hølum í Vinje skúla.
2. desember 1977 var Åarjel-saemiej skuvle ferdig, og vi fikk vår egen skole. Etter det har både skolen og internatet blitt bygd ut.
2. desember 1977 varð Åarjel-saemiej skuvle tikin í nýtslu, og vit fingu okkara egna skúla. Seinni eru bæði kostdeildin og skúlin útbygd.
Ella Holm Bull var den første rektoren på Åarjel-samiej skuvle. Ella jobbet med sørsamisk språk hele sitt liv og hun skrev mange skolebøker og sanger. Årene 1989-1993 var hun valgt inn på Sametinget.
Fyrsti skúlastjórin í Åarjel-saemiej skuvle var Ella Holm Bull. Ella arbeiddi fyri suðursamiska málinum alt lívið, og hon skrivaði nógvar skúlabøkur og yrkti nógvar sangir. Árini 1989-1993 var hon vald inn í samiska tingið.
I tillegg til vanlige fag som matematikk, gymnastikk, norsk og engelsk har vi sørsamisk som første eller andrespråk. Noen elever har også nordsamisk. Lærerne våre snakker både samisk og norsk. Duedtie er samisk håndverk.
Umframt vanligu lærugreinirnar sum støddfrøði, ítrótt, norskt og enskt hava vit suðursamiskt sum fyrsta ella annað mál. Summir næmingar hava eisini norðursamiskt. Lærararnir tosa bæði samiskt og norskt. Duedtie er samiskt handverk.
Åariel-saemiej skuvle gir fjern-undervisning i samisk til elever som går på andre skoler. Disse elevene kommer til skolen vår når vi har besøksuker.
Åarjel-saemiej skuvle veitir eisini fjarundirvísing í samiskum fyri næmingar, sum ganga á øðrum skúlum. Hesir næmingar koma á okkara skúla, tá vit hava vitjanarvikur.
Hvert år har vi fire besøksuker, to før jul og to etter jul. Da jobber vi med forskjellige temaer som for eksempel vårflytting med rein, samisk sløyd, eventyr og avis.
Vit hava fýra vitjanarvikur um árið, tvær fyri jól og tvær eftir jól. Tá arbeiða vit við ymiskum evnum, t.d. at flyta reinsdjórini um várið, samiskum handverki, ævintýrum og at gera eina avís.
Nesten hver dag spiser vi lunsj på internatet. Da får vi servert fisk, pannekaker, pasta, reinkjøtt og mye annet.
Næstan hvønn dag eta vit døgurða á kostdeildini. Tá fáa vit fisk, pannukøkur, pasta, reinsdjórakjøt og mangt annað.
Om høsten drar vi på forskjellige reingjerder når det er reinslakting. Vi elever er med og hjelper til å ta matrein til skolen.
Um heystið fara vit, har reinsdjórini verða rikin og flett. Næmingarnir eru uppií og hjálpa til við at fáa skúlanum reinsdjórakjøt.
Hvert år pleier vi å ha en hel matdag. Da lager vi samisk mat eller internasjonal mat. Da ber vi foreldre og søsken på middag.
Hvørt ár plaga vit at hava ein matdag. Vit gera samiskan mat og eisini altjóða mat. Síðani bjóða vit foreldrum og systkjum til døgurða.
Annenhver høst drar vi til Røros på den samiske kulturfestivalen Raasten Rastah. Der kan vi velge mellom mange ulike workshop som handverk, sport, språkleker, musikk mm.
Annað hvørt ár fara vit til Røros til samiska mentanarfestivalin Raasten Rastah. Har kunnu vit velja millum nógvar ymiskar verkstovur sum handverk, ítrótt, málspøl, tónleik og m.a.
I skolens underetasje er den samiske barnehagen som heter Suaja maanagïerte. Skolen og barnehagen gjør forskjellig sammen. Vi dra for eksempel på tur, feirer samenes nasjonaldag osv.
Í undirhæddini í skúlanum heldur samiski barnagarðurin til. Hann eitur Suaja maanagïerte. Skúlin og barnagarðurin gera ymisk tiltøk saman. Vit fara t.d. útferðir, hátíðarhalda samiska tjóðardagin o.s.fr.
I 2018 hadde Åarjel-saemiej skuvle et stort jubileum da skolen ble 50 år. Da kom det både gamle elever, lærere og andre gjester. Det ble en stor feiring med konsert, utstilling, god mat og mye annet.
Í 2018 hevði Åarjel-saemiej skuvle eitt stórt hátíðarhald, tí skúlin varð 50 ára gamal. Bæði fyrrverandi næmingar, lærarar og aðrir gestir vitjaðu. Hetta var eitt stórt hátíðarhald við konsert, framsýning, góðum mati og nógvum øðrum.
Minnist tú, hvørji mál, vit læra í okkara skúla?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo::
S1-34: Åarjel-saemiej skuvle
S12: Jens Søraa