Vaheta
keelt
Kay Bojesen - en danskur leikasniðgevi
Kay Bojesen - en danskur leikasniðgevi

4. b Brændkjærskolen, Kolding

Tõlkija: Guðrun Elttør
3
4

Kay Bojesen er ein kendur danskur sniðgevi, sum gjørdi dygdarleiku, ið verða brúkt til prýði.

5
6

Kay Bojesen varð føddur í 1886 í Keypmannahavn. Kay var útlærdur keypmaður og var ein dugnaligur silvursmiður, ið varð útlærdur hjá Georg Jensen.

7
8

Kay Bojesen varð giftur við Ernu í 1919 og tey fingu sonin Otto. Tá ið Kay bleiv pápi, byrjaði hann at tilevna leiku við íblástri frá syni sínum.

9
10

Hann helt, at leikuni hjá Otto vóru vánalig, tí tey brotnaðu og ikki vóru nóg stuttlig. Tí fór hann sjálvur at gera træleiku.

11
12

Kay Bojesen hevði verkstað og handil í Keypmannahavn í nógv ár. Kay Bojesen doyði í 1958, 72 ára gamal. Hann er grivin á Hørsholm kirkjugarði.

13
14

Gravhundurin Pink gjørdi hann í 1934 úr mahogni træi. Tá børn komu framvið handilin í Bredgade 47, fingu tey ofta eina lítla gávu. Tað var hin lítli hundurin Tim, ið hann gjørdi í 1935.

15
16

Rugguhesturin kom í 1936. Hann er gjørdur úr bóktræi. Hann er sera knáur og kann brúkast av fleiri ættarliðum.

17
18

Lívverjan gjørdi hann í 1940, tá kongur Christian 10. bleiv 70 ár. í 1942 gjørdi hann lívverjan í lítlari stødd. Búnin er reyður og hvítur. Nógvir turistar keypa hann, tá tey eru í Danmark.

19
20

Apan er í dag ein av teimum kendastu djórunum, ið Kay Bojesen hevur gjørt. Hon kom í 1951 í tekktræi og limbatræi. Hon finst í mongum donskum heimum í dag.

21
22

Kay Bojesen gjørdi sangfuglarnar í 1950unum. Men tað var ikki fyrr enn í 2012 at hesir vóru settir í framleiðslu. Allir fuglarnir hava sín lit og navn.

23
24

En stuttlig søga er, at ein samlari brúkti 13 ár til at finna eina Kay Bojesen motorsúkklu, ið bara nakrar fáar er gjørdar av. Tá hann seldi motorsúkkluna, fekk hann ráð til nýggj vindeygu í húsini hjá sær.

25
26

Á Instagram eru fleiri túsund myndir við apuni í ymiskum umstøðum og úr ymisa staðni í verðini.

27
28

Kennir tú annað leika, ið Kay Bojesen hevur gjørt?

29
Kay Bojesen - en danskur leikasniðgevi

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1-28: ©Kay Bojesen Denmark
S24: ©Lauritz.com
S26: S. Nielsen
Forrige side Næste side
X