Skift
sprog
Play audiofilesv
Otto Frello - en dansk konstnär
Otto Frello - ein danskur listamálari

Tina Hejsel & Signe Elmstrøm i samarbejde med Museum Frello

Oversat til færøsk af June-Eyð Joensen
3
4

Otto Frello (1924-2015) var en dansk konstnär från Varde. Hans målningar är fantasifulla, intrikata och mycket detaljerade och inbjuder att utforska. Frello var en man med mycket humor, och det kan man se på bilderna.


Play audiofile

Otto Frello (1924-2015) var ein danskur listamálari úr Varde. Myndir hansara eru hugfloygdar, undurfullar og við nógvum smálutum, sum bjóða til, at tú fert at kanna tær nærri. Frello var ein skemtiligur maður, og tað sæst aftur í myndunum.

5
6

Otto Frello bodde under många år i Köpenhamn i en stor gammal lägenhet, som han hade restaurerade. Det var här som han fann mycket av sin inspiration till målningarna.


Play audiofile

Í nógv ár búði Otto Frello í Keypmannahavn í einari stórari gamlari íbúð, sum hann sjálvur hevði umvælt. Nógvan íblástur til málningarnar fann hann her.

7
8

"Målningarna ska alltid upplevas omedelbart. De måste aktivera betraktarens fantasi och öppna upp för virrvarr av stämningar, idéer och tolkningsmöjligheter. Det finns inget svar, som du kan läsa dig till. Basta!" Otto Frello


Play audiofile

“Málningarnir skulu altíð upplivast beinanvegin. Teir skulu seta hugflogið hjá skoðaranum í gongd og lata upp fyri einum hurlivasa av hugløgum, hugskotum og tulkingarmøguleikum. Tað er onki rætt svar, sum tú kanst lesa teg til. Soleiðis er tað” Frello

9
10

Otto Frello lekte med gränserna för sina bilder. På den här bilden är den innersta ramen målad, den liknar trä.


Play audiofile

Otto Frello spældi sær við rammunum til myndir sínar. Á hesari myndini er innasta ramman málað, so at hon líkist træi.

11
12

Otto Frello var utbildad illustratör och arbetade för Politikens Förlag. Detta är inte ett foto av en kruka. Det är en av Otto Frellos många illustrationer, som han målade för hand.


Play audiofile

Otto Frello var útbúgvin teknari og arbeiddi fyri forlagið hjá Politiken. Hetta er ikki ein fotomynd av einari krukku. Tað er ein av mongu tekningunum hjá Otto Frello, sum hann hevur málað við hond.

13
14

Många av Otto Frellos bilder och illustrationer är idag utställda på museet Frello i Varde. På gaveln finns en stor målning av Frellos skisser.


Play audiofile

Nógvar av myndunum og tekningunum hjá Otto Frello verða í dag sýndar fram í Frello listasavni í Varde. Á galvinum er ein stórur málningur gjørdur eftir fortekningum hjá Frello.

15
16

"Glada barnet".
Vilka är alla människor i det andra rummet?
Varför är pojken så glad?
Vad tycker du om huset?
Kan du hitta datorn?


Play audiofile

“Tað glaða barnið”
Hvørji eru øll fólkini í hinum rúminum?
Hví er drongurin so glaður?
Hvat heldur tú um húsið?
Dugir tú at finna telduna?

17
18

"Två kvinnor".
Vad tänker de två kvinnorna på?
Vad tycker du om kvinnornas hattar?
Vem har bott i huset?
Kan du hitta Nalle Puh?


Play audiofile

“Tvær kvinnur”
Hvat hugsa kvinnurnar?
Hvat dámar tær hattarnar hjá kvinnunum?
Hvør hevur búð í bygninginum?
Dugir tú at finna Palla Pumm?

19
20

"Den blå bollen".
Varför står människor och tittar in?
Vem tittar ut?
Vad var det som hände?
Kan du hitta saxen?


Play audiofile

“Tann bláa kúlan”
Hví standa fólkini og hyggja inn?
Hvørjum hyggja tey at?
Hvat er júst hent?
Dugir tú at finna saksin?

21
22

"Fåglarna kommer".
Varför kommer fåglarna?
Vad händer på en minut?
Vad påminner bilden dig om?
Kan du hitta ugglorna?


Play audiofile

“Fuglarnir koma”
Hví koma fuglarnir?
Hvat fer at henda um eina lítla løtu?
Hvat fær myndin teg at hugsa um?
Dugir tú at finna uglurnar?

23
24

"Vägen".
Vart leder vägen?
Vilka är de genomskinliga människorna?
Vad tänker kvinnan på?
Kan du hitta upprepningar i bilden?


Play audiofile

“Vegurin”
Hvagar førir vegurin?
Hvørji eru tey glæru fólkini?
Hvat hugsar kvinnan um?
Dugir tú at finna endurtøkur í myndini?

25
26

"Kongens Nytorv".
Var kommer männen ifrån?
Vad är byggnaderna gjorda av?
Hur har de två barn det?
Kan du känna igen stället?


Play audiofile

“Kongsins nýtorg”
Hvaðani koma menninir?
Hvørjum er bygningarnir gjørdur úr?
Hvussu hava bæði børnini tað?
Kennir tú hetta staðið aftur?

27
28

"Köpenhamnsbild".
Vad händer på bilden?
Vem vill du helst vara?
Vad funderar du överr?
Kan du hitta punkaren?


Play audiofile

“Keypmannahavnarmynd”
Hvat hendir í myndini?
Hvønn vilt tú helst vera?
Hvat undrast tú á?
Dugir tú at finna punkaran?

29
30

Följande frågor gäller för alla bilder:
1) Vilka Frello bild minns du bäst?
2) Varför tycker du om bilden?


Play audiofile

Spurningarnir niðanfyri eru til allar myndirnar:
1) Hvørja mynd hjá Frello minnist tú best?
2) Hví júst ta myndina?

31
32

3) Om du måste välja en bild till ditt rum, vilken väljer du?
4) Varför väljer du just den bilden?
5) Välj en bild och skriva eller tala in en berättelse ur den.


Play audiofile

3) Um tú skalt velja eina mynd til kamarið hjá tær, hvørja hevði tú valt?
4) Hví júst ta mydnina?
5) Vel eina mynd og skriva ella tala inn eina søgu út frá henni.

33
Otto Frello - en dansk konstnär

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva: S1+6+8+30+32: Museum Frello S4: Hasse Ferrold S10: Otto Frello - “Det sidste menneske” - 2000 S12: Otto Frello - “Lampe i keramik” S14: Taxiarchos228 - commons.wikimedia.org S16: Otto Frello - “Det glade barn” - 1988 S18: Otto Frello - “To kvinder” - 1985 S20: Otto Frello - “Den blå kugle” - 1979 S22: Otto Frello - “Fuglene kommer” - 1982 S24: Otto Frello - “Vejen” - 1995 S26: Otto Frello - “Kongens Nytorv” - 1995-96 S28: Otto Frello - “Københavnerbillede” - 1983-86 I samarbejde med Museum Frello: www.vardemuseum.dk & www.ottofrello.dk
Forrige side Næste side
X