Play audiofile
Grindahvalur
2
Grindahvalur

2. flokkur í Skúlanum við Streymin


Indlæst på færøsk af Hallgerð Mote
3
4

Grindahvalur er ein tannhvalur, sum verður roknaður upp í delfinættina, og er tí í ætt við eitt nú bóghvítuhval og hvessing.Play audiofile

5
6

Grindahvalur, sum livir undir Føroyum, nevnist langbøkslutur grindahvalur. Hetta slagið hevur longri bøksl enn stuttbøkslutur grindahvalur.Play audiofile

7
8

Langbøksluti grindahvalur livir bæði á sunnaru og norðaru hálvu. Hildið verður, at tað eru okkurt um 800.000 grindahvalir í norðurhøvum.Play audiofile

9
10

Grindahvalur er eitt súgdjór. Leiftrarnir súgva mjólk frá mammu síni í minsta lagi hálvtannað ár. Teir fáa tenn, tá ið teir eru 6 mánaðir gamlir.Play audiofile

11
12

Grindahvalur etur umleið 50 kg av føði um dagin. Hann etur fyrst og fremst høgguslokk, men undir Føroyum eisini svartkjakft og gullaks, um lítið er til av høgguslokki.Play audiofile

13
14

Sagt verður, at grindahvalur “sær” við oyrunum. Grindahvalur sendir ljóðbylgjur út ígjøgnum kúlusiggið. Tá ið tær eitt nú raka eina høgguslokkatorvu, verður ljóðið kastað aftur, og á henda hátt veit hvalurin, hvat er fyri framman.Play audiofile

15
16

Grindahvalur andar ígjøgnum blástrið. Eitt vætuskýggj sæst ein slakan metur upp í loft, tá ið hann andar út.Play audiofile

17
18

Grindahvalur gongur í flokki, og tað eru kvennhvalirnir, sum stýra grindini og hava ræðið. Kvennhvalirnir liva eisini longur enn kallhvalirnir og verða upp í 60-65 ára gamlir.Play audiofile

19
20

Kallhvalurin er størri enn kvennhvalurin. Hann verður einar 6,5 metrar langur og vigar 2,5 tons.Play audiofile

21
22

Føroyingar veiða grind til matna. Hildið verður, at tað hevur verið gjørt her á landi, síðani fólk búsettust á oyggjunum í 9. øld.Play audiofile

23
24

Nógv tvøst og spik er á einum grindahvali. Tað, sum ikki verður etið feskt, verður saltað og turkað fyri at halda sær longur. Ein forkunnungur rættur er at eta turra grind og spik saman við turrum fiski og køldum eplum.Play audiofile

25
26

Mynduleikarnir mæla føroyingum frá at eta grind, tí ov nógv tungmetal er í matinum. Men siðvenjan at veiða og eta grind livir enn væl millum føroyingar.Play audiofile

27
28

Hevur tú nakrantíð sæð ein grindahval?Play audiofile

29
Grindahvalur

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh:
S1: U.S. Fish and Wildlife Service Northeast Region- flickr.com
S4+20: Barney Moss - commons.wikimedia.org
S6: Chris huh - commons.wikimedia.org
S8: Pcb21 - commons.wikimedia.org
S10+18: Mmo iwdg - commons.wikimedia.org
S12: © Hans Hillewaert - commons.wikimedia.org
S14: Shung - commons.wikimedia.org
S16: 2315319 - pixabay.com
S22+26: Eileen Sandá - commons.wikimedia.org
S24: Arne List - flickr.com
S28: NOAA Photo Library - commons.wikimedia.org
Forrige side Næste side