Skift
sprog
Play audiofilefo
Play audiofilefo
Vill djór í Íslandi
Vill djór í Íslandi

Svanhvít Hreinsdóttir

Oversat til færøsk af June-Eyð Joensen
3
4

Í Íslandi eru fá vill djór samanborið við onnur lond. Orsøkin er, at Ísland er ein oyggj langt frá øðrum londum, og tí er trupult hjá djórunum at koma higar.

Play audiofile

Play audiofile 5
6

Í sjónum við Ísland eru tvey kópasløg, steinkópur og láturkópur. Steinkópur er allastaðni við Ísland, hann er 1,5-2 metrar langur og vigar um 100 kilo. Láturkópur er sjáldsamari, og hann er eisini størri. Fyrr varð nógvur kópur veiddur, kjøtið varð etið og skinnið nýtt.

Play audiofile 7
8

Revurin er einasta súgdjórið, sum var í Íslandi undan fólkunum. Sannlíkast hevur revurin verið her síðani síðst í farnu ístíð. Hann verður eisini nevndur hvítrevur og fjallrevur.

Play audiofile 9
10

Revurin er allastaðni í Ísland. Summir revar eru brúnir alt árið, meðan aðrir eru grábrúnir á sumri og hvítir á vetri. Revurin ger sær holu við fleiri útgongdum. Har føðir hann 4-10 ungar í senn.

Play audiofile 11
12

Minkurin kemur upprunaliga úr Norðuramerika. Hann kom til Íslands í 1931, tí menn ætlaðu at ala minkar í búrum og selja skinnini. Nógvir minkar sluppu leysir og spjaddu seg um alt landið. Minkurin er ágangandi og dugir væl at veiða sær føði.

Play audiofile 13
14

Rotta ella brún rotta kom til Íslands umleið 1750 og var fyrst at síggja í Reykjavík. Hon er uttan iva komin við skipum úr Evropa. Í dag er hon allastaðni og mest við strendurnar og á ruskplássum.

Play audiofile 15
16

Í Íslandi eru tvey músasløg. Heimamúsin heldur til nær fólki, etur alt, ið hon kann sodna, og oyðileggur ofta mat. Hagamúsin heldur til í náttúruni eins væl og í bygdum øki. Hon etur fræ og smákykt. Mýs eru uml. 6-12 cm. og leggja nógvar ungar.

Play audiofile 17
18

Reindjór vórðu fyrstu ferð flutt til Íslands í 1771 úr Noregi, og nøkur ár seinni komu fleiri. Í dag eru um 3000-4000 djór, og tey halda til á Eysturlandinum. Á sumri eru reindjórini í fjøllunum, men á vetri koma tey oman í bygdirnar.

Play audiofile 19
20

Á heysti er loyvt at skjóta ávíst tal av reindjórum, tí annars verða tey ov nógv í tali. Fólk skulu gjalda fyri at veiða reindjór.

Play audiofile 21
22

Hvørji vill djór, heldur tú, eru í sjónum við Ísland?

Play audiofile

Hvørji vill djór, heldur tú, eru í sjónum við Ísland?

Play audiofile 23
Vill djór í Íslandi

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1: Tanya Simms - pixabay.com S4: Commons.wikimedia.org S6: Kai Kalhh - pixabay.com S8: Skeeze - pixabay.com S10: Diapicard - pixabay.com S12: Mwanner - commons.wikimedia.org S14: Silvia - pixabay.com S16: Laurana Serres-Giardi - commons.wikimedia.org S18: Alexandre Buisse - commons.wikimedia.org S20+22: Pxhere.com
Forrige side Næste side
X