Skift
sprog
Norðlendskir pengar
Norðlendskir pengar

Stefan Åge Hardonk Nielsen

Oversat til færøsk af June-Eyð Joensen
3
4

Í Norðurlondum hava flestu londini havt sítt egna gjaldoyra (valuta) leingi. Valuta merkir “virði”, men verður brúkt, tá ið tosað verður um pengarnar í einum landi. Her er ein gamal íslendskur seðil frá 1928.

5
6

Tað, sum flestu norðurlendsku londini, hava til felags, er, at tey brúka krónur og oyru. Einaferð høvdu Norðurlond felags gjaldoyra, men nú á døgum eru tey ikki eins og hava ikki sama virði.

7
8

Í Danmark og Grønlandi verður danska krónan (DKK) brúkt. Tey hava virðir úr 50 oyrum í myntum upp í 1000 kr. í seðlum.

9
10

Føroyska krónan (DKK) er ikki eitt sjálvstøðugt gjaldoyra, men er heft at donsku krónuni og hevur sama virði. Í Føroyum brúka vit føroyskar seðlar, meðan myntirnar eru tær somu sum í Danmark.

11
12

Í Svøríki brúka tey svenskar krónur (SEK). Tey hava myntir úr 1 kr. upp í 1000 kr. seðlar. Í 2011 fingu tey nýggjar seðlar við myndum av svenskum mentafólkum og svensku náttúruni.

13
14

Í Noregi brúka tey norskar krónur (NOK). Í Noregi hava tey brúkt krónur síðani 1875. Tey hava myntir úr 1 kr. upp í 1000 kr. í seðlum.

15
16

Í Íslandi eita pengarnir íslendskar krónur (ISK). Tað eru myntir úr 1 krónu upp í 10.000 krónur í seðlum.

17
18

Í Finnlandi og á Álandi hava tey brúkt evrur (€ - EUR) síðani 2002. Fyrr í tíðini brúktu tey finskar markar. Tað eru myntir úr 2 sentum upp í € 500. Evrur verða brúktar í flestu londunum í Evropa. Tær hava størri virði enn krónur hava.

19
20

Seðlar siga ofta eina søgu um landið. Hvat er á pengaseðlunum í tínum landi?

21
Norðlendskir pengar

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva: S1+8: ASSY - pixabay.com S4: Central Bank of Iceland S6: Ukendt S10: Thordis Dahl Hansen S12: Lisa Borgström S14: Connie Isabell Kristiansen S16: Margrét Þóra Einarsdóttir S18: Avij - commons.wikimedia.org S20: Sara E dk - Flickr.com
Forrige side Næste side
X