Skift
sprog
Íslendsku jólasveinarnir
Íslendsku jólasveinarnir

Helga Dögg Sverrisdóttir

Oversat til færøsk af June-Eyð Joensen
3
4

Íslendsku jólasveinarnir eru í ætt við trøll og eru 13 í tali. Fyrr í tíðini ræddu teir børn og stjólu frá fólki. Nú á døgum geva teir børnunum okkurt í skógvin t.d. eina mandarin, góðgæti ella leikur. Børn seta skógvin í vindeygað 13 dagar fyri jól. Hava børnini skikkað sær illa, fáa tey eitt epli í skógvin.

5
6

Pápi jólasveinarnar eitur Leppalúði og mamma teirra eitur Grýla. Søgan sigur, at Grýla át óskikkilig børn. Jólakøtturin, sum Leppalúði heldur í, tók børn, sum ikki fingu nýggj klæðir til jóla.

7
8

12. desember koma jólasveinarnir fyrstu ferð til bygda. Tann fyrsti eitur Stekkjastaur. Fyrr í tíðini royndi hann ofta at súgva mjólk undan ónunum í seyðahúsunum hjá bóndunum.

9
10

13. desember kemur Giljagaur. Í tíðini áðrenn mjólkimaskinurnar, sníkti hann seg inn í fjósini at stjala froðuna oman av mjólkini.

11
12

Jólasveinurin, sum kemur 14. desember, eitur Stúfur, tí hann er tann minsti. Hann stjól steikipannurnar frá fólki og át avlopið.

13
14

15. desember kemur Þvörusleikir oman úr fjøllunum. Hann sleikti sleivina, sum varð brúkt at skava grýtuna við.

15
16

16. desember kemur Pottasleikir á vitjan. Hann royndi at sleppa fram at grýtum, sum enn ikki vóru vaskaðar upp, fyri at sleikja restirnar innan úr teimum.

17
18

Askasleikir kemur 17. desember. Hann goymdi seg undir songini, og um onkur setti trogið hjá sær á gólvið, rippaði hann trogið til sín og sleikti alt innan úr tí.

19
20

Hurðaskellir kemur til húsa 18. desember. Hann gekk og gartaði og klamsaði hurðarnar, so fólk ikki fekk sovið.

21
22

Hann, sum kemur 19. desember, eitur Skyrgámur. Honum dámdi so væl skyr, at hann sníkti seg inn í kovan og át skyr úr karinum.

23
24

Bjúgnakrækir vitjar okkum 20. desember. Honum dámdi best at eta bjúgu (tjúkka lambspylsu) og aðrar pylsur og stjól tær, sum hann kom framá.

25
26

21. desember kemur Gluggagæir á vitjan. Hann var ikki líka grammur at eta sum brøðurnir, men hann er forvitin og hyggur inn ígjøgnum vindeyguni.

27
28

Gáttaþefur kemur 22. desember. Hann hevur stóra nøs, og honum dámdi væl góða roykin av laufabrauði (ísl. flatbreyði) og øðrum køkum, tá ið bakað varð til jóla.

29
30

Á tollaksmessu, 23. desember, kemur Ketkrókur, sum er svangur eftir kjøti. Hann brúkti allar snildir fyri at fatur á kjøti.

31
32

Kertasnýkir kemur jólaaftansdag, 24. desember. Í gomlum døgum vóru kertuljós so forkunnug og virðismikil, at størsta gleðin hjá børnum á jólum var at fáa sítt egna kertuljós. Og Kertasníkur vildi eisini hava eitt kertuljós.

33
34

Hvørjar søgur eru um jólamannin í tínum landi?

35
Íslendsku jólasveinarnir

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1+6-34: Þjóminjasafn Íslands S4: i.ytimg.com www.thjodminjasafn.is
Forrige side Næste side
X