Skift
sprog
Fossar í Íslandi
Islandske fossar

Svanhvít Hreinsdóttir

Oversat til nynorsk af Ellen Birgitte Johnsrud
3
4

Í Íslandi er nógv vatn. Har er nógv grundvatn, og tað kavar og regnar. Har kemur eisini vatn, tá jøklarnir bráðna, mest á sumri. Í Íslandi eru fjøll og heyggjar, tí eru nógvir fossar har.

I Island er det mykje vatn. Det er mykje grunnvatn, og det snør og regner. Det kjem også vatn når isbreane smeltar, mest om sommaren. I Island er det fjell og bakkar og difor mange fosser.

5
6

Nakrar av áunum eru fjallaáir, og tær eru klárar og reinar. Jøklaáirnar koma av jøklunum og tær hava eina rúgvu av sandi og leiri í sær. Ofta møtast hesar áir, og tað er áhugavert at síggja tær blandast saman.

Nokre av elvane kjem frå fjellvatn og dei er klare og reine. Breelvane kjem frå isbreane og dei tek mykje leire og sand med seg. Ofte møtast desse elvane, og det er spennande å sjå dei blande seg saman.

7
8

Dettifossur er kraftmiklasti fossur í Íslandi, hann er 100 metrar breiður og 45 metrar høgur. Áin, sum fossurin er av, eitur Jökulsá á Fjöllum. Nær við Dettisfoss eru tveir smærri fossar - Hafragilsfossur og Selfossur.

Dettifoss er Islands største foss, 100 meter brei og 45 meter høg. Elva han ligg i heiter Jökulsá á Fjöllum. Rett ved Dettifoss er det to mindre fossar - Hafragilsfoss og Selfoss.

9
10

Gullfossur er best dámdi og mest vitjaði fossur í Íslandi. Gullfossur er í ánni Hvítá, og hon kemur av Langjøkli. Fossurin er 32 metrar og er býttur í tveir fossar.

Gullfoss er den mest berømde og mest besøkte fossen i Island. Gullfoss ligg i elva Hvítá og han kjem frå Langjökull. Fossen er i alt 32 meter, fordelt på to fossar.

11
12

Niðan fyri Eyjafjallajøkul er Seljalandsfossur. Hann er 62 metur høgur og væl umtóktur av ferðafólki. Tað ber til at fara afturum fossin, sum nógv halda vera nakað heilt serligt.

Nedanfor Eyjafjallajökull ligg Seljalandsfoss. Han er 62 meter høg og populær hos turistane. Det er mogleg å gå bak fossen, noko mange synest er heilt spesielt.

13
14

Skógarfossur er ein 60 metrar høgur og 25 metrar breiður fossur í Skógá. Hann er hin seinasti  av mongum fossum í Skógá og hin vakrasti. Søgnin sigur, at í hellinum aftan fyri fossin er ein gullkista.

Skógafoss er ein 60 meter høg og 25 meter brei foss i Skógá. Det er den siste og vakraste i ei rekkje av mange fossar i Skóg. Eit sagn seier at det finst ei gullkiste i ei grotte bak fossen.

15
16

Dynjandi eitur fossur við Vestfjørðin. Ovast er fossurin 30 metrar breiður, men 60 metrar breiður niðast. Fossurin er 100 metrar høgur, og har eru fleiri fossar longri niðri.

Dynjandi ligg i Vestfjordane. Øvst er fossen 30 meter brei, men 60 meter nedst. Han er 100 meter høg, og det er fleire fossar lengre nede.

17
18

Í tjóðarparkini Skaftafelli ligguri Svartifossur. Rundan um fossin er sera vakurt stabbagrót.

I nasjonalparken i Skaftafell ligg Svartifoss. Rundt fossen er det en svært vakker steinsort som heiter søylebasalt.

19
20

Hraunfossar koma ikki frá eini á, men vatnið kemur beinleiðis úr lavuni í nógvar smáar fossar, sum renna í Hvítá í Borgarfirði.

Hraunfossar (lavafossen) ligg ikkje i ei elv, men vatnet kjem direkte frå lavaen i mange små fossar som renn ut i Hvítá i Borgarfjörður.

21
22

Goðafossur er í Skjálfandafljóti og er 12 metrar høgur. Sagt verður, at Thorgeir løgmaður blakaði sínar heidnu gudamyndir í fossin, tá Ísland valdi kristindómin ár 1000. Tí fekk fossurin hetta navnið.

Goðafoss (Gudanes foss) ligg i Skjálfandafljót og er 12 meter høg. Det blir sagt at lagmannen Thorgeir kasta sine heidenske gudestatuar i fossen då Island valde kristendomen i år 1000. Difor har fossen fått dette namnet.

23
24

Allir fossar eru ikki stórir. Í Elliðaárdali í høvuðsstaðnum Reykjavík, er ein lítil fossur, ið børnum dáma væl at leypa niðurav, tá veðrið er gott.

Alle fossane er ikkje store .I Elliðaárdal i Reykjavík, Islands hovudstad, er det ein liten foss som born elskar å hoppe i når været er fint.

25
26

Eru fossar í tínum heimlandi?

Fossar í Íslandi

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1+16: Diego delso - commons.wikimedia.org S4: Jacqueline Macou - pixabay.com S6: www.ferlir.is S8: Txetxu - flickr.com S10: Gamene - flickr.com S12+20+22: 12019 - pixabay.com S14: Jeremy Goldberg - commons.wikimedia.org S18: Andrés Nieto Porras - flickr.com S24: Svanhvít Hreinsdóttir S26: Marshall Sisterson - pixabay.com
Forrige side Næste side
X