FO DA IS
Play audiofile
Blómur fram við vegnum
FO DA IS
2
Blómur fram við vegnum

5. flokkur í Skúlanum við Streymin


Indlæst på færøsk af Heidi Gleðisheygg
3
4

Mýrisólja blómar í mai og juni. Hon kann gerast 10 til 50 cm høg. Hon veksur í veitum, eftir áarbakkanum og í mýrum.Play audiofile

5
6

Summardáin er lítil á vøkstri, einar 5 til 15 cm til støddar. Hann er so lívseigur, at hann veksur alt árið. Eisini um veturin, tá ið kavin toyar, setur hann høvdið uppundan.Play audiofile

7
8

Mýrufípan blómar í mai og juni. Hon kann gerast 20 til 40 cm høg. Hon veksur, har tað er eitt sindur vátt. Veksur bert á norðaru hálvkúlu.Play audiofile

9
10

Vár hagasólja gerst 10-30 cm. Blomstrar í mai-juni. Litingarurt, sum hevur litin gult.Play audiofile

11
12

Børkubóndi verður eisini nevndur kápukona. Hetta helst tí, at um tú hyggur nær at honum, líkist hann eini konu í fínum kjóla. Hann blómar tíðliga á sumri, í juni og juli. Hann gerst 10 til 30 cm høgur. Hann veksur í bø og í haga.Play audiofile

13
14

Litingarsortugras blómar í juni og juli. Tað gerst 15 - 60 cm høgt, og verður brúkt at lita tógv við. Tað gevur gulan lit. Tað veksur, har tað er góð jørð og góður sólargangur.Play audiofile

15
16

Reyðakkuleyða blómar í juli. Hon gerst 20 til 30 cm høg. Hon er vanlig í vátlendi, í bønum og við vegjaðarin.Play audiofile

17
18

Smyrilsurt er 20 til 60 cm høg. Hon blómar frá juli til september. Smyrilsurt veksur, har tað er grýtut og turt.Play audiofile

19
20

Smæra verður 10 til 25 cm høg. Hon er ofta at síggja í bønum og fram við vegnum. Smæra verður eisini nevnd seyðasmæra.Play audiofile

21
22

Børkuvísa gerst 5-20 cm høg. Blomstrar í juni og juli. Veksur í hagalendi og í gjáum.Play audiofile

23
24

Kennir tú nakrar av blómunum, sum vaksa fram við vegnum, har tú býrt?Play audiofile

25
Blómur fram við vegnum

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh:
S1-24: Thordis Dahl Hansen
Forrige side Næste side