Play audiofile
H.A. Djurhuus - eitt føroyskt skald
H.A. Djurhuus - eitt føroyskt skald

June-Eyð Joensen og 3. flokkur í Skúlanum við Streymin


Indlæst på færøsk af Teitur Joensen & 4. Flokkur í Skúlanum við Streymin
3
4

Hans Andrias Djurhuus verður nevndur “Føroya kærasta fólkaskald”. Allir føroyingar kenna onkrar av barnarímum hansara.Play audiofile

5
6

Hans Andrias Djurhuus varð føddur 20. oktober 1883 og doyði 6. mai 1951. Hann gjørdist 67 ára gamal.Play audiofile

7
8

Hans Andrias vaks upp í Áarstovu í Havn. Pápin var útróðrarmaður, og mamman tók sær av heiminum. Familjan livdi undir fátøkum korum, men tey høvdu stóran áhuga fyri mentan og søgu.Play audiofile

9
10

Hans Andrias var beiggi ein annan kendan føroyskan yrkjara, J.H.O. Djurhuus, og teir báðir verða nevndir Áarstovubrøðurnir.Play audiofile

11
12

Hans Andrias gekk á Føroya fólkaháskúla. Har lærdi hann um føroyskt mál og føroyskar bókmentir og byrjaði tá at yrkja á føroyskum.Play audiofile

13
14

Síðani fór hann á læraraskúla, og hann var lærari bæði í fólkaskúlanum, realskúlanum og á læraraskúlanum.Play audiofile

15
16

Hans Andrias var eitt sera virkið skald. Hann skrivaði yrkingar, sálmar, sangir og rímur, og hann skrivaði eisini stuttsøgur, ævintýr, sjónleikir og eina skaldsøgu.Play audiofile

17
18

Lívsgleði og ein jaligur hugburður til lívið eyðkennir skaldskap hansara.Play audiofile

19
20

“Gakk tú tryggur” er kendasti sálmur hansara. Hann verður nógv sungin bæði í skúlunum og í kirkjunum í Føroyum. Fyrsta ørindi ljóðar soleiðis:Play audiofile

21
22

“Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær. Harrin, hann er vinur tín hin besti, hansar eyga allar vandar sær.”Play audiofile

23
24

Kendasta barnaríma hansara er “Dukka mín er blá”. Hana kenna øll børn í Føroyum. Hon ljóðar soleiðis:Play audiofile

25
26

“Dukka mín er blá, hestur mín er svartur, ketta mín er grá, máni mín er bjartur, gyllir hvørja á. Og ein summar dag, fara vit at ferðast langa leið av stað, tá skal dukkan berast, tá er systir glað.”
Play audiofile

27
28

Dugir tú at syngja onkra barnarímu?Play audiofile

29
H.A. Djurhuus - eitt føroyskt skald

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva:
S1+20+26: June-Eyð Joensen
S4: Commons.wikimedia.org
S6: Stefan Nielsen
S8: British Library - 1898 - commons.wikimedia.org
S10+12+14+16+18+24+28: Postverk Føroya - Philatelic Office - commons.wikimedia.org
S22: Lea Mariusardóttir
Forrige side Næste side