




Thordis Dahl Hansen
Oversat til bokmål af Mari Gjengstø Mostad
At fara á fjall og at fletta er ein partur av Føroysku mentanini. Tí fellur tað natúrligt at fletta ein seyð í skúlanum og at næmingarnir hjálpa til.
Å samle sammen sauene og slakte dem er en del av den færøyske kulturen. Derfor er det helt naturlig at det slaktes lam i skolen, og at elevene er en del av det.
5
Lambið er komið í skúlan, og vit eru klár at fletta.
Tá ið lambið er dripið, verður tað svævað. Dúgliga má rørast, so klumpar ikki koma í blóðið. Blóðið verður brúkt til blóðpylsu.
Når lammet er slaktet, skal blodet renne ut. Det skal røres hele tiden, så det ikke kommer klumper i blodet. Blodet skal brukes til blodpølse.
9
Síðani verður skinnið loyst frá krovinum. Tað eitur at tumma.
Áðrenn krovið verður opað, bindur flettarin fyri vælindið, soleiðis at gorið ikki rennur út.
Nú er klárt at draga vil, t.e. at draga vilini úr seyðinum.
Vombin er tikin úr krovinum, og um eina løtu verður hon tømd og vaskað.
Hetta er fótamørurin. Hann verður brúktur til at gera rullupylsu burturúr.
Her er tálgin, sum kom út úr krovinum. Ein partur av tálgini verður brúktur til blóðpylsu.
Her er bløðran. Sum oftast verður hon burturbeind, men summi blása hana upp, heingja hana at turka og bresta hana á nýggjárinum.
Her er blæren. For det meste blir blæren kastet ut, men noen blåser den opp og henger den til tørk, for siden å sprenge den til nyttår.
25
Her sæst restin av innvølinum: lungu, livur og nýru.
Her hongur mørurin. Tað eru livur, lungu, hjarta, tind og stundum lundir.
Her henger “mørur”, det vil si luftrør med lever, lunger, hjerte, mellomgulv og kanskje mørbrad hengende sammen.
29
Krovið verður skivað, t.e. at skera niður við rygginum báðumegin og loysa rivini.
Kroppen skrapess ned langs ryggraden slik at ribbena løsner, og den kan henges flatt opp. Prosessen kalles å “skive”.
31
Krovið verður vigað. Miðalvektin fyri eitt krov er umleið 16 kg.
At enda verður krovið hongt í hjallin.
Vombin verður vaskað, so hon er klár at klippa sundur og seymað til indur at kóka blóðpylsu í.