Play audiofile
Ólavsøka – tjóðarhátíð føroyinga
2
Ólavsøka – tjóðarhátíð føroyinga

Thordis Dahl Hansen


Indlæst på færøsk af Marita Lisberg
3
4

28. og 29. juli er ólavsøka í Tórshavn.Play audiofile

5
6

Ólavsøkan er til minnis um Ólav Heilaga, sum varð dripin á Stiklastøðum í Noregi.Play audiofile

7
8

Ólavsøkuaftan, 28. juli, verður ólavsøkan sett. Til setanina ganga ítróttarfólk og hornarorkestur skrúðgongu.Play audiofile

9
10

28. juli endar føroyameistarakappingin í kappróðrið.Play audiofile

11
12

Ólavsøkudag, 29. juli, ganga løgtingslimir, landsstýrisfólk, prestar og ríkisumboðið skrúðgongu úr Tinghúsinum oman í Havnar kirkju til guðstænastu.Play audiofile

13
14

Eftir guðstænastuna fer skrúðgongan niðan aftur til tinghúsið, har eitt stórt ólavsøkukór syngur á Tinghúsvøllinum og har nógv fólk er samankomið.Play audiofile

15
16

Eftir sangin fara tingfólkini og landsstýrisfólkini inn í Tinghúsið, har løgmaður setur tingið og eitt nýtt tingár byrjar.
Play audiofile

17
18

Ein stórur partur av teimum, sum koma á ólavsøku, eru í føroyskum klæðum.Play audiofile

19
20

Á ólavsøku er sera nógv at fara. t.d. listaframsýningar, tivoli, fólkafundir, konsertir og fótbóltur.Play audiofile

21
22

Men hóast tað er nógv at fara til, so eru tað nógv, sum bert ganga oman og niðan og práta við fólk.Play audiofile

23
24

Og so er tað mittnáttarsagnurin 29. juli. Fyri fleiri er hetta hæddarpunktið, tá ið fleiri túsund fólk eru samlað til felagssang á Vaglinum.Play audiofile

25
26

Kennir tú til aðrar tjóðarhátíðir í Norðurlondum?Play audiofile

27
Ólavsøka – tjóðarhátíð føroyinga

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh:
S1+10+12+16: Sigmar Mørkøre
S4+8+24: Birgir Kruse
S6: Peter Nicolai Arbo
S14: Heini Nygaard
S18: Noomi Káradóttir Rasmussen
S20: Guðrið Reinert Joensen
S22: Jóanis Nielsen
S26: Jens Pauli Nolsø
Forrige side Næste side