Tjaldrið - føroyski tjóðfuglurin
2
Tjaldrið - føroyski tjóðfuglurin

2. klasse Norðskála-Oyrar skole

3
4

Vit hava nógvar fuglar í Føroyum. Men tað er ein, ið vit eru serliga glað fyri at síggja, og tað er tjaldrið, tjóðfugl okkara.

5
6

Tá ið tjøldrini eru at síggja, og vit hoyra teirra eyðkenda “klipp-klipp”, vita vit, at várið er komið. Sagt verður, at tjaldrið kemur á grækarismessu, 12. mars.

7
8

Tjaldrið er svart og hvítt á liti, hevur long reyð bein og langt reytt nev. Tað er 40-45 cm til longdar, veingjabreiðið er 80-86 cm og tað vigar um 600 gramm.

9
10

Tjøldrini reiðrast um várið. Sagt verður eisini, at tjaldrið hevur fult reiður á krossmessu, 3. mai, men tað passar betur til gomlu krossmessu, sum er á halvarðsøku, 15. mai.

11
12

Tjaldrið verpur 2-4 egg. Tey eru gulbrún við myrkabrúnum blettum. Ungarnir koma úr eggunum, tá ið 24-27 dagar eru gingnir.

13
14

Ungarnir halda ofta til í grýtutum lendi, har teir lætt kunnu krógva seg fyri rovfuglum. Tá ið einir 28-30 dagar eru gingnir, eru teir floygdir.

15
16

Tjaldrið er ein av størstu vaðfuglunum í Føroyum. Teimum dámar best at vera nærindis sjónum, men eisini við áir og vøtn.

17
18

Føðin er sniglar, ormar, skordýr, krabbadýr og kræklingar.

19
20

Tjøldrini eru hjá okkum til september. Tey flestu fara til Bretlands um veturin, men nøkur flúgva heilt til Fraklands.

21
22

Kennir tú aðrar norðurlendskar tjóðfuglar?

23
Tjaldrið - føroyski tjóðfuglurin

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva:
S1: Richard Bartz - commons.wikimedia.org
S4: T. Müller - commons.wikimedia.org
S6+8+20: Andreas Trepte - commons.wikimedia.org
S10+14: Erik - commons.wikimedia.org
S12: Didier Descouens - commons.wikimedia.org
S16: J.J. Harrison - commons.wikimedia.org
S18: Auguste Le Roux - commons.wikimedia.org
S22: Thomas Kraft - commons.wikimedia.org
Forrige side Næste side