Skift
sprog
Íshotellið í Jukkasjärvi
2
Íshotellið í Jukkasjärvi

Emilija Mitev, Hevin Ag, Linnéa Altsberg och Ella Music

Oversat til færøsk af Guðrun Elttør
3
4

Íshotellið í Jukkasjärvi er heimsins fyrsta og størsta íshotell og enntá eitt stað, ið dregur ferðafólk at sær. Í tjúgu ár hevur íshotellið itið ICEHOTEL.

5
6

Íshotellið liggur í býnum Jukkasjärvi, 20 km eystan fyri Kiruna og 200 km norðanfyri pólkringin. Á hvørjum ári verður nýtt snið sett upp á hotellinum. Hetta er eitt stað við kvirru, norðlýsi, reinsdjórum, kókikaffi, brakandi kava og skógi.

7
8

Í 1980-unum komu turistar hagar um summarið at rógva kano og at fiska. Um veturin var tað torført at fáa vitjandi til býin, tí har var ov kalt.

9
10

Í 1990 gjørdi listamaðurin Jannot Derid eina iglo til eina listaframsýning. Eina náttina vóru eingi kømur tøk í býnum, tá var tað, at teir fyrstu gestirnir gistu á íshotellinum.

11
12

Vetrarnar eftir tað var eitt savn bygt av kava og ísi, har íslist varð sýnd fram.

13
14

Kømrini á íshotellinum verða sniðgivin og bygd av listafólki úr øllum heiminum. Síðani byrjan hava yvir 500 listafólk verið við.

15
16

Íshotellið vann Signumvirðislønina í 2014. Signumvirðislønin er ein virðisløn, ið heiðrar norðurlendsk virki og verður latin eina ferð um árið.

17
18

Navnið Jukkasjärvi er eitt samiskt orð, ið merkir ‘møtistað við vatnið’. Hetta hóskar væl, tí hotellið liggur við Tornevatnið.

19
20

Ljósakrónan í súluhøllini hevur umleið 1000 hondgjørdar ískrystallir. Har er ein ísbarr, ið serverar sjampanju.

21
22

Hotellið hevur áleið 65 kømur. Miðal hitin á hotellinum er um -5 til  -8°C. Í teimum køldu kømrunum eru sengurnar klæddar við reinsdjóraskinni og omaná er ein frálíka heitur soviposi. Har eru eisini heit kømur, men tey eru ikki gjørd av ísi.

23
24

Á íshotellinum ber til at halda ráðstevnur, hava tiltøk fyri bólkar, giftast og halda brúdleyp.

25
26

Í 2019 er íblásturin komin úr náttúruni. Eitt kamar hevur íblástur frá eini undirvatnsverð við korallum, skeljum og fiskum. Svitan “Havin” hevur eina gandakenda inngongd av ísi, ið fuglurin Føniks ansar eftir.

27
28

Hevur tú roynt at byggja eina kavasmáttu ella iglo?

29
Íshotellið í Jukkasjärvi

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Ieeeins - flickr.com
S4: Markus Bernet - commons.wikimedia.org
S6: WildOne - pixabay.com
S8: M. Passinen - commons.wikimedia.org
S10+12+22: Greenland Travel - flickr.com
S14: Azedkae - flickr.com
S16: Linnèa Alstberg
S18: Andriy Baranskyy - flickr.com
S20+28: Laplandish - commons.wikimedia.org
S24: Bjaglin - flickr.com
S26: Mike Kemp - pixabay.com

icehotel.com
Forrige side Næste side
X