Play audiofile
Føroysk jól
Føroysk jól

June-Eyð Joensen


Indlæst på færøsk af Hennie Maria Reginsdóttir Samuelsen
3
4

Jól eru ein kristin høgtíð, sum verður hildin frá 24. til 26. desember. Vit halda jól til minnis um Jesu føðing.Play audiofile

5
6

Tað eru fýra sunnudagar í advent, og hvønn sunnudag fyri jól tendra vit eitt ljós í adventskransinum.Play audiofile

7
8

Sankta Lusia er eitt halgimenni, sum vit minnast 13. desember. Tá ganga børn lusiugongu.Play audiofile

9
10

Nógv verður gjørt fyri at lýsa hesa myrku tíðina upp. Ljósketur hanga runt um nógv hús, og í vindeygum lýsa jólastjørnur.Play audiofile

11
12

Inni hugna vit okkum við at gera jólaprýði og baka smákøkur.Play audiofile

13
14

Nógv børn fáa kalendaragávur ella adventsgávur í desember. Fyrr fingu børnini bara í hosuna jólamorgun.Play audiofile

15
16

Sertakir føroyskir jólasiðir síggjast best í mati. Fyrr var vanligt at eta ræstan fisk og sperðil á jólum. Nú eta tey flestu dunnu, gás ella ræst kjøt.Play audiofile

17
18

Jólaaftan fara vit í kirkju, dansa um jólatræið og jólamaðurin kemur við gávum.Play audiofile

19
20

Jólaprýðið verður tikið niður trettanda, 6. januar, sum er dagurin til minnis um teir tríggjar vísmenninar.Play audiofile

21
22

Hvussu verða jól hildin, har tú býrt?Play audiofile

23
Føroysk jól

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh:
S1+8+10+20+22: Ingvard Fjallstein
S4+12+14+16+18: June-Eyð Joensen
S6: Thordis Dahl Hansen
Forrige side Næste side