Skift
sprog
Lusia - ein svensk siðvenja
2
Lusia - ein svensk siðvenja

Lisa Borgström & Susanne Arvidson

Oversat til færøsk af June-Eyð Joensen
3
4

Lusiudagur er ein svensk høgtíð, sum verður hildin 13. desember. Lusiuhøgtíðin í nýggjari tíð tók seg upp í Vestursvøríki millum fólk av betra slagnum.

5
6

Í Svøríki fagna vit minninum um eina kvinnu úr sisilska býnum Syrakusa. Hon gjørdist kristin pínslarváttur í ár 304. Hon verður nevnd sankta Lusia og er orsøkin til ljóshøgtíðina í okkara tíð.

7
8

Lusia stavar frá latínska orðinum “lux”, sum merkir ljós. Á Sisilia merkir navnið, Lusia, Hin ljósa.

9
10

Lusia vaks upp í einari ríkari familju, men gav alt, ið hon átti, frá sær, tí longu tá ið hon var barn, gav hon lyfti um at liva ógift. Hon er halgimenni og verjir tey, ið eru blind og síggja illa.

11
12

Í 1927 skipaði avísin “Stockholms Dagblad” fyri einum tiltaki, har tey skuldu velja eina svenska Lusiu. Tey høvdu eina lusiugongu, sum fór runt í høvuðsstaðinum.

13
14

Í flestu svensku býunum fóru vit at halda lusiudag. Allir býir vildu hava sína egnu Lusiu. At halda lusiudag tók seg upp í skúlum og á arbeiðsplássum.

15
16

Í fyrstuni gekk Lusia einsamøll. Nú hevur Lusia sum oftast eitt fylgi av ternum, stjørnudreingjum, piparkøkumonnum og jólamonnum í hølunum, sum syngja sangir um Lusiu, Stefan og jól.

17
18

Tað er siður at eta “lussekatter” og piparkøkur á lusiudegnum. Ein “lussekatt” er ein gulur hveitibolli við saffrani í.

19
20

Italski tónasmiðurin Teodoro Cottrau hevur gjørt lagið til “Natten går tunga fjät”. Svenska tekstin skrivaði Arvid Rosén í 1928.

21
22

Náttin er myrk og long, stilli um tún og garð, alt liggur deytt og kvirt, skuggar um djúpan dal. Tá inn um durin vár, stígur við ljós í hár sankta Lusia, sankta Lusia.

23
24

Sangurin "Natten går tunga fjät."

Play audiofile

Sangurin "Natten går tunga fjät."

Play audiofile 25
26

Halda tit lusiudag í tykkara landi?

Halda tit lusiudag í tykkara landi?

27
Lusia - ein svensk siðvenja

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh: S1+26: Christina Zetterberg - pixabay.com S4: Frida Gabot - pixabay.com S6: Commons.wikimedia.org S8: Sailko - commons.wikimedia.org S10: Pxhere.com S12: Stockholms Dagblad - commons.wikimedia.org S14: Flickr.com S16+20: Forslunds Gymnasium - flickr.com S18: Elaine Ashton - flickr.com S22: Teodoro Cottrau - commons.wikimedia.org S24: Claudia Gründer - commons.wikimedia.org
Forrige side Næste side
X