Skift
sprog
Sameiningin av nýggjum - ein donsk frásøgn (100 ár - 1920-2020)

Anne Karin Sjøstrøm & Stefan Nielsen

Oversat til færøsk af Asta Wolles
3
4

Sameiningin verður hátíðarhildin um alt Danmark í 2020, tí Suðurjútland aftur gjørdist partur av Danmark eftir at hava verið uttanfyri í 56 ár.

5
6

Suðurjútland eitur eisini Norðurslesvík. Saman við Suðurslesvík, sum er partur av Týsklandi, er Norðurslesvík partur av gamla hertugadøminum Slesvík.

7
8

Í 1864 misti Danmark Slesvík og Holstein til Prussland (Týskland). Her búðu fólk, sum tosaðu frísiskt, danskt og týskt saman.

9
10

Tá Týskland tapti fyrra heimsbardaga var møguligt at halda eina fólkaatkvøðu í einum parti av Slesvík um, hvat land, tey skuldu verða partur av. Hetta var 10. februar og 14. mars 1920.

11
12

Valdemarsdag, 15. juni 1920, gjørdist Norðurslesvík aftur alment ein partur av Danmark og verður nú kallað Suðurjútland. Markið bleiv flutt frá Kongaánni, sunnan fyri Kolding, til beint norðan fyri Flensborg.

13
14

Suðurslesvík helt fram við at vera partur av Týsklandi - Frá Flensborg har norðuri til Rendsburg við ánna Ejderen.

15
16

10. juli kom Kristian 10. kongur ríðandi gjøgnum gamla marknaliðið við Frederikshøj, sum er millum Christiansfeld og Kolding. Sum tekin um sameiningina tók kongur eina lítla smágentu upp á hestin hjá sær, og tað er eitt minni, sum enn er livandi.

17
18

Ein minnisvarði er settur upp á tí staðnum. Tað finnast fleiri enn 650 slíkir minnisvarðar kring um í Danmark. Síðani 1995 hevur eisini eitt sameingar- og marknasavn verið her.

19
20

Eftir 1920 komu tjóðskaparminnilutar at vera báðumegin markið. Enn er ein týskur minniluti í Suðurjútlandi og ein danskur minniluti í Suðurslesvík. Tí eru týskir skúlar og feløg í Norðurslesvík / Suðurjútlandi og danskir skúlar og feløg í Suðurslesvík.

21
22

2020 verður eisini hátíðarhildið sunnan fyri markið í Slesvík-Holstein, men her hátíðarhalda tey, at 100 ár eru liðin síðani demokratisku fólkaatkvøðuna, og tey hátíðarhalda eisini tað góða grannalagið tvørtur um landamarkið.

23
24

Kennir tú til øki, sum hava skift frá at hoyra til eitt land til at hoyra til eitt annað?

25
Sameiningin av nýggjum - ein donsk frásøgn (100 ár - 1920-2020)

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1: Heinrich August Emil Dohm - 1921 (1875-1940)
S4: 1920 - Kongelig Bibliotek - commons.wikimedia.org + genforeningen2020.dk
S6+14: Kulturministeriet - kum.dk
S8: Slaget ved Dybbøl - Richard Knötel (1857-1914) - commons.wikimedia.org
S10+12: Rigsarkivet - flickr.com
S16: Museum Sønderjylland - msj.dk
S18: Grænseforeningen.dk
S20: Picryl.com + commons.wikimedia.org
S22: Gemeinsam-ueber-grenzen.de
S24: Comerade King - flickr.com

www.genforeningsmuseet.dk
Forrige side Næste side
X