Play audiofile
Føroysk jól
Føroysk jól

June-Eyð Joensen


Innlest på færøysk av Hennie Maria Reginsdóttir Samuelsen
3
4

Jól eru ein kristin høgtíð, sum verður hildin frá 24. til 26. desember. Vit halda jól til minnis um Jesu føðing.

Play audiofile 5
6

Tað eru fýra sunnudagar í advent, og hvønn sunnudag fyri jól tendra vit eitt ljós í adventskransinum.

Play audiofile 7
8

Sankta Lusia er eitt halgimenni, sum vit minnast 13. desember. Tá ganga børn lusiugongu.

Play audiofile 9
10

Nógv verður gjørt fyri at lýsa hesa myrku tíðina upp. Ljósketur hanga runt um nógv hús, og í vindeygum lýsa jólastjørnur.

Play audiofile 11
12

Inni hugna vit okkum við at gera jólaprýði og baka smákøkur.

Play audiofile 13
14

Nógv børn fáa kalendaragávur ella adventsgávur í desember. Fyrr fingu børnini bara í hosuna jólamorgun.

Play audiofile 15
16

Sertakir føroyskir jólasiðir síggjast best í mati. Fyrr var vanligt at eta ræstan fisk og sperðil á jólum. Nú eta tey flestu dunnu, gás ella ræst kjøt.

Play audiofile 17
18

Jólaaftan fara vit í kirkju, dansa um jólatræið og jólamaðurin kemur við gávum.

Play audiofile 19
20

Jólaprýðið verður tikið niður trettanda, 6. januar, sum er dagurin til minnis um teir tríggjar vísmenninar.

Play audiofile 21
22

Hvussu verða jól hildin, har tú býrt?

Play audiofile 23
Føroysk jól

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+8+10+20+22: Ingvard Fjallstein
S4+12+14+16+18: June-Eyð Joensen
S6: Thordis Dahl Hansen
Forrige side Næste side
X